Aðalstjórn Tjóðveldisins, ið hevur umboð úr øllum lokalfeløgum, er farin undir at hava regluligar fundir kring landið. Í gjár varð fundur hildin í Sandavági, har politiska støðan og politisku átøkini hjá Tjóðveldi frameftir vórðu viðgjørd.
Aðalstjórnin viðgjørdi serliga búskaparligu og vinnuligu avbjóðingarnar í Føroyum og árinini av altjóða fíggjarkreppuni og førda politikkinum hjá endurskipaðu ABC-samgonguni, sum nú rakar fólk, vinnur og plássini í landinum sera ymiskt.
Aðalstjórnin átalar hvassliga, at javnaðarflokkurin støðugt roynir at undirgrava álitið á leiðsluna í Tjóðveldi, sum hevur hildið allar avtalur og vísti stóra ábyrgd í nýskapandi CHE-samstarvinum. Aðalstjórnin krevur, at leiðsla javnaðarfloksins greiðir alment frá, hvørjar ítøkiligar grundgevingar hon hevur fyri at leggja leiðslu Tjóðveldisins undir vantandi álit.
Aðalstjórnin staðfestir, at orsøkin til, at landið aftur varð blakað út í politiskan ruðulleika, var vantandi førleikin og dirvið hjá javnaðarflokkinum at halda undirskrivaðu samgonguavtalurnar um eitt nú blokkstuðul, fíggjarligt støðufesti, vinnupolitikk, útbúgving, gransking, mentan og uppgerð við asosiala politikkin hjá ABC-samgonguni.
Aðalstjórnin ásannar, at endurskipaða ABC-samgongan hevur ongi boð um nýhugsan ella átøk til tess at loysa búskaparligu og fíggjarligu avbjóðingarnar. Tjóðveldi má sum størsti flokkur í landinum ganga undan at fremja broytingar.
Avleiðingarnar av altjóða fíggjarkreppuni hava enn ikki havt stórt árin á Føroyar. Ístaðin stríðast vit í løtuni við avleiðingarnar av einum ábyrgdarleysum búskaparpolitikki, skeivum vinnupolitikki, stórum ójavnað millum samfelagsbólkar og millum ymisku plássini í landinum og við vantandi atgongdina til at virka í altjóða samstarvi tí vit enn ikki hava skipað okkum sum sjálvstøðuga tjóð.
Men altjóða fíggjarkreppan og óreingiligu krøvini um alternativa orkunýtslu og umhvørvisvernd fara at gera skeiva politikkin og bygnaðarligu trupulleikarnar í Føroyum alt meira áleikandi í komandi tíðum. Okkara tilfeingisumsiting – bæði av náttúrutilfeingi og mannatilfeingi – fer at gerast avgerandi fyri, um vit koma styrkt burturúr broytingunum.
Tjóðveldi fer tí innan næstu vikurnar at skipa fyri eini ráðstevnu, har serfrøðingar, politikarar, vinnu- og fakfelagsumboð fara at lýsa støðuna, krøvini og avbjóðingarnar:
í heimsbúskapinum,
í landsbúskapinum,
í fíggjargeiranum,
í ymsu vinnunum,
í kommununum,
og hjá ymsu samfelagsbólkunum.
Endamálið er at eggja til nýhugsan og gera niðurstøður um alneyðug politisk átøk til tess at vinna okkum burturúr teirri fíggjar- og tilfeingiskreppu, sum stendur fyri framman.