Í kvøld kl. 19.45 tekur Manchester City ímóti Hamburger SV í UEFA Cup kappingini á City of Manchester Leikvøllinum.
Fyrri dysturin endaði 3-1 til Hamburger SV, og verður talan um eina stóra uppgávu fyri Manchester City. Tað hevur gingið illa í hond í heimligu kappingini, og er UEFA Cup seinasti møguleikin hjá liðnum at bjarga kappingarárinum.
Manchester City-spælarin, Shaun Wright Phillips er kortini við gott mót. - Tað er ikki liðugt, fyrr enn báðir dystirnir eru spældir. Vit eru góðir á heimavølli, og um vit spæla okkara spæl, so fara vit at skapa nóg nógvar málmøguleikar til at vinna 2-0, sum fer at vinna okkum í hálvfinaluna.
Wright Phillips viðgongur, at talan verður um ein ógvuliga avgerandi dyst fyri City-venjaran, Mark Hughes, og at tað kann kosta Hughes starvið, um City tapir ímóti Hamburger SV. - Tað er ein spurningur um at taka møguleikarnar í kvøld. Vit mugu vera á teimum beinavegin í kvøld. Um vit fara út og spæla upp til okkara besta, so verður talan um eina ógvuliga torføra uppgávu fyri Hamburg. Allir trúgva uppá tað. Vit hava tosað um tað, og vit hava tað sum skal til, fyri at loysa uppgávuna, staðfestir Shaun Wright Phillips.