Eftir at steypakappingarnar fóru lidnar farna vikuskiftið, kann nú farast undir seinastu og avgerandi dystirnar í SMS- og Okkaradeildini.
Í gjár vann Neistin 27-17 á VB í Vági, og í dag eru tað serliga mansdystirnir í Kollafirði, á Skála og í Klaksvík sum eru avgerandi.
Dystirnir í dag eru hesir:
Klokkan 14: StIF - Kyndil (SMS)
Klokkan 15:Stjørnan - VÍF (SMS)
Klokkan 16: KÍF - Neistin (Okkara)
Klokkan 16: StÍF - Kyndil (Okkara)
Klokkan 17: Team Klaksvík - VÍF (Okkara)
Hjá kvinnum eru tey fýra hálvfinaluliðini longu funnin.Tey vera Kyndil, Neistin, VÍF og H71. Bert er eftir at spæla um fremstu plássini, sum geva heimavøll um hálvfinalurnar skulu avgerast í einum triðja dysti.
Hjá monnum er hinvegin púra opið - enn.
Har stríðast Neistin, VÍF, StÍF og KÍF um hálvfinaluplássini. H71 hevur ikki tryggjað seg støddfrøðisliga heldur, men vantar bert tvey stig í seinastu fimm dystunum fyri at hava tryggjað sær eitt av fýra fremstu plássunum í grundspælinum.
Fær KÍF ikki tvey stig í dag ímóti Neistanum í Kollafirði, er H71 í hálvfinalunui. Vinnur StÍF samstundis á Kyndli á Skála og VÍF vinnur í Klaksvík, so byrjar tað av álvara at síggja trupult út í Kollafirði, sum tá bert hevur fýra dystir at vinna munin upp til tey fýra fremstu aftur. Munurin verður tá í minsta lagið fýra stig.
Støðan í Okkaradeildini (menn)
Fýra tey fremstu liðini eftir 18 dystir spæla seg í hálvfinalurnar
Støðan í SMS-deildini (kvinnur)
Fýra tey fremstu liðini eftir 18 dystir spæla seg í hálvfinalurnar