##med2##
Óli G. Samuelsen reikaði fyri einum fjøltáttaðum Flogbóltspanelið á FM1 seinnapartin í dag.
Fyrst í sendingini prátaði Óli við Evu Winther Nagata. Eva spælir við liðnum, Capilano University í Vancouver, har hon spælir í einari sterkari flogbóltsdeild, har vinnarin sleppur til College-endaspælið sum í ár verður í landslutinum, Quebec. Hetta vikuskiftið spælir liðið hjá Evu hálvfinalu, og møguliga finalu um at vinna økiskappingina í Vancouver, og harvið vinna seg í College-endaspælið.
Eva hevur fingið tann stóra heiðurin at koma á All Star-liðið í Vancouver økiskappingini.
Óli prátaði eisini við Magnus Tausen, formann í FBF um forkunnuga vitjan FBF hevur í hesum døgum. Tað verður fín altjóða vitjan, tá steypafinalurnar millum kvinnu- og mansliðini hjá Mjølni og SÍ verða leygardagin 22. februar. Forsetin í evropeiska flogbóltssambandinum, Aleksandar Boričić er komin til Føroya á vitjan.
Hannilena W. Simonsen (SÍ), Jóhann Lützen (Mjølnir), Jóhan Petur á Stongum (SÍ), og Thorvald Danielsen (Mjølnir) vóru eisini ígjøgnum úr Klaksvík og úr Sørvági til upptaktsprát um steypafinalurnar.
Óli G. Samuelsen sigur frá báðum steypafinalunum millum Mjølnir og SÍ á FM1 í morgin. Kvinnufinalan byrjar klokkan 13.30 og mansfinalan byrjar klokkan 16.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra sendingina.
##med3##