Avgerandi bóltarnir og samrøður: Fleyr-KÍF 3-0 (Rás2)

(Rás2) Hoyr hvussu Fleyr vann knúsandi trygt á KÍF í fyrru FM-finaluni. Og hoyr samrøður við venjararnar

Fleyr vann trygt á KÍF í fyrru FM-finaluni í flogbólti hjá kvinnum.

 

Pætur Albinus tók soleiðis samanum dystin á in.fo fyrr í kvøld:

 

Fleyr – KÍF 3-0 (25-17, 25-12, 25-11)


1. sett:

Fleyr fekk eina dreymabyrjan og legði seg á odda 5-1, men KÍF svarar væl aftur og kemur á odda 9-6, tá ið Fleyr-venjarin, Kristian Mikkelsen, tekur timeout. Hetta bøtti væl um hjá havnaliðnum, sum aftur vann sær leiðsluna – fyrst 11-10, men síðani heilt upp á 17-12, tá ið KÍF-venjarin, Ragnar í Haraldsstovu, tók timeout. Fleyr var tó samanumtikið betra liðið hetta fyrsta settið, sum tær eisini vunnu trygt 25-17.


2. sett:

Aftur hesaferð var tað Fleyr í sannførandi stíli. KÍF hevði trupult við at fáa fatur á móttøkunum og slapp harvið sjáldan í álop. Alt fyri eitt var Fleyr á odda 5-0. Stóra leiðslan helt sær, og Fleyr, sum gjørdi fá mistøk, vann settið ruddiliga 25-12.


3. sett:

KÍF hevur einki mótsvar, og tað er aftur Fleyr, sum í sannførandi stíli vinnur settið. 25-11 gerst úrslitið í hesum settinum, og við 3-0-sigri hevur Fleyr nú skapt sær gott útgangsstøði undan seinnu finaluni leygardagin. Spælir Fleyr bara á einum støði, sum minnir um tað í dag, so verða tær truplar at koppa.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá Rás2:

 

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði, tá frásøgumaðurin, Hilmar Jan Hansen segði frá teimum avgerandi bóltunum í teimum trimum settunum. Magnus Tausen, formaður í FBF var viðmerkjari til dystarfrásøgnina.


2) Hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við venjaran hjá KÍF, Ragnar í Haraldsstovu.


3) Hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við venjaran hjá Fleyr, Kristian Mikkelsen