Avgera víðari virksemi hjá løgtinginum fríggjadagin

Ókend støða skapar ógreiðu um virksemi hjá løgtinginum

Vanliga steðgar alt politiskt arbeiði, tá val verður útskrivað, men tá Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, í gjár boðaði frá, at hann útskrivar nýval til at vera 1. september, boðaði Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, frá, at hann fór at kalla politisku floksformenninir saman á fund, fyri at avgera hvat virksemi skal vera í løgtinginum næstu vikurnar.


Fundurin skuldi eftir ætlan vera í dag, men er útsettur til fríggjadagin.


Tílíkt er ikki vanligt, men støðan, tá løgmaður brúkti løgmansrøðuna at boða frá vali, er eisini heilt óvanlig í føroyskum høpi. Aldrin áður hevur ein løgmaður útskrivað val á ólavsøku.


Fleiri týðandi mál liggja harvið á láni. Uppskotið um áseting av fiskidøgunum verður borið í tingi á sjálvari ólavsøku, og er tað sambært heimasíðuni hjá løgtinginum eisini soleiðis í ár.


Eitt annað mál, ið liggur á láni, eru átalurnar móti løgmanni og fyrrverandi landsstýrismanninum í innlendismálum í samband við CIP-málið. Óvist er hvat hendir við tí uppskotinum í løtuni, men ein nevndur møguleiki hevur verið, at tingið verður kallað saman at samtykkja átalurnar uttan orðaskifti. 


Politiska skipanin má eisini taka støðu til orðaskiftið um løgmansrøðuna. Siðvenja er, at løgtingsmenn fáa møguleikan at gera viðmerkingar og kjakast um sjálva røðuna. Nú løgmaður hevur útskrivað nýval, so er óvist, hvat hendir við tí orðaskiftinum.


Um so er, at formansskapurin setir orðaskiftið á skrá, so verður talan væntandi um longsta orðaskiftið um eini løgmansrøðu nakrantíð, tí tað verður eitt upplagt høvi hjá øllum tingfólkum, ið nú eru valevnir, at boða teirra valboðskap til øll húskir í Føroyum.