Avgerð tikin um Hall Hansson

Nú er greitt, um Hallur Hansson verður tøkur til landsliðið ella ikki

Hallur Hansson verður ikki við á føroyska landsliðnum, sum sunnukvøldið skal spæla móti Andorra á Tórsvølli. Landsliðsmiðvallarin kom annars á vøllin fyri AC Horsens í gjár, men danska felagið og landsliðsvenjarin eru komin ásamt um, at Hallur Hansson ikki verður úttikin.

 

Les eisini: Horsens og Lars Olsen dystast um Hall Hansson

 

Miðvallarin spældi seinast í landsdystinum móti Sveis í mei, áðrenn hann fór undir skurð við fótinum. Síðani hevur hann ikki spælt og bíðitíðin hevur verið eitt sindur drúgvari enn væntað. Í gjár spældi hann 25 minuttir fyri AC Horsens í 2-0 tapinum fyri Brøndby IF í Superliguni.

 

Hóast tað, so verður hann ikki við til landsdystin móti Andorra, sum verður sunnukvøldið 3. septembur. Tað var ongantíð hugsingur um, at hann skuldi spæla við móti Portugal hóskvøldið, men eftir dystin í gjár vísti Lars Olsen áhuga fyri, at fáa hann við til dystin móti Andorra.

 

Liðið manglar frammanundan spælarar sum Fróða Benjaminsen og Brand H. Olsen á miðjuni. Sum skilt verður tað í hesum førinum tikið atlit til, at spælarin ikki er førur fyri at spæla ein heilan dyst enn.