Avgerð takast um Kommunuskúlan

Tað hevur verið eitt stórt ivamál, hvat hendir við Kommunuskúlanum eftir at blámusoppur var staðfestur har fyri nøkrum árum síðani

Blámusoppurin, ið var staðfestur, vísti seg at hava gjørt nógv meira um seg enn av fyrstan tíð mett, og tí stendur skúlin nú tómur.
Tey børnini, ið gingu í Kommunuskúlanum, eru partvís flutt út í Argja skúla og partvís ganga tey í barakkunum við Kommunuskúlan.
Kjak hevur í ein mun tikið seg upp um, hvat gerast skal við bygningin, og sambært Heðin Mortensen, borgarstjóra, er tað júst hesin spurningurin, sum nú skal avgerast.
Eg haldi tað liggur í luftini, at Kommunuskúlin verður ein skúli av einum ella øðrum slag. Skúlaumhvørvið hevur stóran týdning í miðbýnum, so tað verður ein spurningur millum býráðið, skúlanevndina og lærararnar, hvør frægasta loysnin er, sigur Heðin Mortensen.
Møguleikarnir eru tvinnur, um talan skal verða um ein framhaldandi skúla: Antin at umvæla verandi bygningar, ella at ríva alt niður og byggja nýtt.
So meðan talan framvegis veður um ein skúla, so skulu vit innan rímiliga tíð saman finna bestu loysnina, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.