Rosebankfeltið varð funnið í 2004 og varð skrásett sum eitt rakstrarverdugt fund. Síðani eru fleiri metingarbrunnar boraðir og tíðliga í ár varð so farið undir at bora enn ein brunn við heimsins mest framkomna boriskipi, Stena Carron. Hesin er helst tann, sum skal geva grønt ljós til eina veruliga útbygging.
Sosialurin hevur spurt Chevron í Aberdeen, sum er fyristøðufelag fyri hesum loyvi, hvussu gongur við boringini. Simon Tait, pressutalsmaður hjá Cevron sigur, at tey koma at bora til endan av apríl og eftir tað verður støða tikin til, hvussu farast skal víðari og evnt. um ein stór útbygging skal fara fram. Hini feløgini, sum eru við í hesum loyvi, eru StatoilHydro, OMV og Dong. Somu feløg eru eisini við í einum loyvi, sum liggur beint hinumegin markið, also í føroyskum øki.
Føroykir oljumyndugleikar hava vónir um, at feløgini kanska fara at bora á okkara landgrunni í 2010 ella 2011, um so er, at alt gongur sum ætlað á Rosebankleiðini. Blaðíð skilur, at tað er rættiliga sannlíkt, at Chevron og tess partnarar út frá tí vitan man hevur longu, fara at byggja út Rosebankleiðina.