Avgerðin um útgerðarhavnina er tikin

Í dag verður kunngjørt, hvat felag ella samtak fær uppgávuna at standa fyri útgerðarvirkseminum í sambandi við fyrstu oljuleiting við Føroyar.

 


Hetta merkir eisini, at vit fáa at vita, um hetta virksemi verður út frá Havnini ella Runavík. Einki er likið út, so vit fáa heldur ikki komið við kvalitativum gitingum ella metingum. Men tað skilst, at bólkurin, sum hevur viðgjørt tey trý tilboðini ikki hevur havt tað so trupult við at finna rætta samtakið, tí munur er á tilboðunum. Tey trý samtøkini, sum hava givið tilboð, eru Asco Føroyar við Tórshavnar Skipasmiðju og skotska útgerðarfelagnum Asco, síðani er tað Atlantic Supply Base í Runavík saman við Skipafelagnum og triðja samtakið er Eimskip saman við útgerðarfelag, sum rekur útgerðarvirksemi í Hetlandi.


Hósdagin verður so kunngjørt, hvør fær tyrluflúgving í sambandi við oljuleitingina. Her stendur valið millum Atlantsflog og Flogfelag Føroya, sum hava gjørt samstarvsavtalur við ávikavist Bristow Helicopters og Scotia.