Bygdaráðið í Mikladali hevur tikið sína avgerð um skúlan á Trøllanesi, og tann avgerðin verður ikki broytt.
? Vit hava nú í nógv ár satsað upp á skúlan í Mikladali, og vit halda, at tað er óforsvarligt nú at fara at gera skúlan á Trøllanesi í stand eisini, sigur Christian Andreasen, sum er ein av teimum trimum bygdaráðslimunum í Mikladals kommunu.
Hinir báðir limirnir í bygdaráðnum eru burturstaddir í løtuni.
? Skúlin í Mikladali er í góðum standi, og vit hava til dømis keypt teldur til skúlan. Hinvegin er skúlin á Trøllanesi ikki hildin sum skúli seinastu mongu árini, og vit halda ikki, at tað er ráðiligt fyri kommununa at fara at seta hann í stand nú, sigur hann.
Kláraðu einki sjálvi
Nýggja bygdaráðið í Mikladali kolldømdi avgerðina hjá fráfarandi bygdaráð um at lata skúlan á Trøllanesi uppaftur.
? Gamla bygdaráðið hevði málið um skúlan á Trøllanesi fyri í 1997, men tað varð tað felt, og einki varð gjørt við skúlan øll hesi árini. Á seinasta fundinum áðrenn tey løgdu frá sær, avreiddu tey hetta málið, sum tey ikki kundu semjast um, til nýggja bygdaráðið, sigur Christian Andreasen
? Fólk á Trøllanesi stillaðu ikki upp til kommunuvalið, og tey atkvøddu blankt á valinum. Tí hava tey sjálvi sett seg uttan fyri ávirkan og standa nú á síðulinjuni og krevja nakað, sum tey ikki sjálvi kláraðu at fáa í lag, sigur Christian Andreasen.
Trøllanesfólk høvdu meirilutan í gamla bygdaráðnum, meðan tað einans eru fólk úr Mikladali, sum nú eru í bygdaráðnum.
Skeiv mannagongd
Christian Andreasen heldur, at skeiv mannagongd er brúkt í málinum um skúlan á Trøllanesi.
? Tá Torbjørn Jacobsen tók avgerðina um at lata skúlan á Trøllanesi uppaftur, visti hann um støðuna hjá bygdaráðnum. Vit høvdu sagt honum frá okkara avgerð, og hann fekk eisini grundgevingarnar fyri avgerðini, sigur Christian Andreasen.
? Hóast tað tekur hann avgerðin um at lata skúlan uppaftur, og tað halda vit er púra burturvið, sigur hann.
Christian Andreasen staðfestir, at teirra avgerð er endalig, og at einki verður gjørt meira við málið.
Hvat so við børnunum, sum eru tikin úr skúlanum?
? Tað fáa vit sum bygdaráð einki gjørt við. Vit hava sent fráboðanina til myndugleikarnar, og teir mugu taka sær av tí, sigur hann.
? Skúlagongdin á Trøllanesi hevur riggað sera væl øll hesi árini, og tí er eingin orsøk at broyta hetta.
Sama íløgu
Christian Andreasen heldur, at búskaparpolitikkurin í landinum forðar fyri, at skúlin á Trøllanesi skal gerast í stand og takast í nýtslu.
? Landsstýrismaðurin við fíggjarmálum sigur, at tvær kommunur, sum eru grannar, skulu ikki gera somu íløgu, men heldur samstarva um tær. Í hesum førum er talan um at gera somu íløgu á tveimum støðum í somu lítlu kommunu, og tað kann ikki verða rætt, sigur bygdaráðslimurin í Mikladali.
? Vit halda, at hetta málið varð avgreitt fyri langari tíð síðani, og tað visti Mentamálastýrið av. Tí er tað løgið, at teir nú mæla til at lata skúlan á Trøllanesi uppaftur, sigur Christian Andreasen.