EM-endaspælið: Enn er ikki greitt, um enski fótbóltsleikarin Wayne Rooney sleppur við til EM-endaspælið í Polen og Ukraina komandi summar.
Enski landsliðsvenjarin, Fabio Capello bíðar eftir, um revsingin móti Manchester United-spælaranum kann linkast úr teimum trimum spælidøgum og nakað niður, soleiðis at hann sleppur við til kappingina.
- Eg kann bara bíða. Eg bíði bara eftir avgerðini seinni í hesi vikuni, sigur Capello við tíðindastovuna AFP.
Rooney fekk reyða kortið fyri at hava sparkað Miodrag Dzudovi niður, tá Ongland leikti seinasta dystin ímóti Montenegro í oktober mánaði. Fyri hetta fekk hann eina karantenu í tríggjar dagar frá UEFA, men síðani hevur enska fótbóltssambandið kært dómin.
- Eg vóni bara at Rooney verður við í Polen og Ukraina, sigur venjarin, sum bíðar spentur eftir eini hoyring í málinum hósdagin.
Ongland skal annars í bólki saman við Fraklandi, Svøríki og Ukraina.









