Avgerðin um Pistorius fellur í dag

Í dag fellur avgerð í tí sokallaða Blade Runner málinum. Suðurafrikanski atleturin Oscar Pistorius, eisini nevndur Blade Runner, er ákærdur fyri morð á 30 ára gomlu unnustu hansara, Reeva Steenkamp.

Rættarfundur verður í dag í føðibýnum Pretoria.

Verji og ákæri fara í dag at leggja fram síniar prógvgrundir fyri, um Pistorius skal verða leyslatin móti veðhaldi ella ikki.

Yvirskipað heldur ákærin, at Oscar Pistorius framdi viljað manndráp, tá hann skjeyt Reeva Steenkamp, at hann kann hugsast at flýggja og tí ikki eigur at verða latin leysur, áðrenn skuldarspurningurin er avgjørdur.

Pistorius sjálvur noktar ikki, at hann drap Steenkamp, men vil ikki vera við at talan var um viljað manndráp.