Avgerðin um linjuføringina bíðar

Ógvuliga stórur áhugi var fyri fundinum um tunlar undir Skálafjørðinum og til Suðurstreym, sum politisku feløgini í Eysturoy mánakvøldið skipaðu fyri á Svangaskarði

SKÁLAFJARÐARTUNLARNIR

Knappliga tvey hundrað fólk møttu upp til kunnandi fundin um ætlanina at gera tunnil tvørtur um Skálafjørðin og at gera tunnil av Skálafjørðinum og til Havnar. Fundurin var í ítrótttarhúsinum á Svangaskarði mánakvøldið.
Fundurin var í tveir tímar. Eftir fundin høvdu fundarluttakararnir alla orsøk at hava størri tilvitan um, at tað er rættiliga sannlíkt, at tað innan kanska eini 5-6 ár verður fast samband tvørtur um Skálafjørðin, og at tað verður fast samband av Skálafjørðinum og suður í Suðurstreymoy.
Tunnils linjan tvørtur um fjørðin verður tríggjar kilometrar, og tað eru tríggir møguleikar fyri tunnilslinjum millum Skálafjørðin og til Suðurstreymoy. Ein er av Toftalandinum og til Havnar. Tann teinurin er átta kilometrar. Ein er av Strandalandinum og til Havnar. Tann teinurin er sjey kilometrar. Síðani er talan um linju av Streymoyar landinum - ímillum á Hjalla og Sund - og so við rundkoyring undir botninum soleiðis, at tað kann bera til at fáa samband bæði við Strandalandið og Toftalandið. Á væl vitjaða fundinum tóktist greitt, at tað ikki verður roknað so nógv við tí síðst nevnda møguleikanum.
Prísurin fyri samlaðu ætlanina, um tað verður farið av Strandalandinum og til Suðurstreymoy, verður roknaður at verða 715 milliónir krónur. Prísurin fyri samlaðu ætlanina, um tað verður farið av Toftalandinum og suður, verður roknaður at verða 791 milliónir krónur, og prísurin fyri triðja møguleikan verður mettur at fara at verða 805 milliónir krónur.
Um sambandið av Toftalandinum og suðureftir verður veruleiki, so verður tunnilin dýrari, enn hann verður av Strandalandinum og suðureftir, tí hann verður longri. Men tá verður eisini møguleiki fyri minni halli - heldur 60 enn 70 promill - í longra tunnlinum, og tá verður møguleiki fyri trimum sporum heldur enn fyri tveimum sporum, upplýsti Martin Heinesen, sum er ein av teimum, ið hevur arbeitt við tunnilsætlanini.
Í fyrireikingarbólkinum, sum seinastu trý árini hevur arbeitt við tunnilsætlanini, og sum legði fram mánakvøldið á Svangaskarði, eru umframt Martin Heinesen, Niklas Foldbo, Símun Johannesen, Tummas Eliasen og Ingi Højgaard.
Tey, sum vóru komin á fundin fyri at forvitnast eftir, hvørja tunnilsleiðing fyrireikingarbólkurin metir at vera tað skilabestu, fóru til hús aftur uttan at hava fingið ítøkiligt svar.
- Tann spurningurin verður ikki viðgjørdur og útgreinaður, fyrrenn tað er komið longri í ætlanini. Í fyrstu atløgu snýr tað seg um at fáa heimildir at arbeiða víðari við ætlanini, var útmeldingin hjá fyrireikingarbólkinum.

Fáa annan tunnil fyri sparingina
Hóast fyrireikingarbólkurin í síni framløgu var ógvuliga varðin í útsøgnini um, hvørja linjuføring teir hildu vera tað skilabestu, so var landsstýrismaðurin eitt sindur meiri opinskáraður:
- Tað bíðar nógv og rúgvismikið kanningararbeiði, men vit hava vent hasum spurninginum í Vinnumálaráðnum. Vegur, sum kanska fer at kosta einar hundrað milliónir, verður gjørdur á vestara armi á Skálafjørðinum. Um tað slepst undan sovornari íløgu eystaru megin, tí henda íløgan longu er gjørd vestaru megin, so hevði borið til at fingið tunnil úr Gøtudali og undir Valaknúkum fyri spardu upphæddina, og so hevði tað næstan verið líka mikið, um tað síðani varð snarað úteftir ella inneftir og so úteftir vestara arminum. Men nú skal hetta sum sagt kannast nærri, segði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í samferðslumálum.
Kjakið um linjuføringina fekk ikki loyvi at koma fyri seg á fundinum. Nógvir av landspolitikarunum í Eysturoyar valdømi vóru á Svangaskarði, men teir fingu ikki høvi í hesum høpinum at viðgera spurningin um linjuføringina. Millum fundarluttakararnar annars komu uppskot um linjuføring fram. Men hetta er spurningur, sum seinni í gongdini skal viðgerast og støða skal takast til.