Fótbóltur
Tað er annars eitt ár síðani, at FSF gav prinsipiella tilsøgn um, at UEFA-stuðulin skuldi veitast ætlanini í Skálabotni. Hetta tó treytað av, at verkætlanin uppfylti ávísar kravsetingar.
Boðini úr FSF vóru ta ferðina, at nágreiniligt tilfar um projektering, íløgu- og rakstrarfígging v.m. skuldi lætast FSF tann 1. august í fjør. Og tá hetta tilfar var endaliga góðkent, skuldi tilsøgnin um stuðulin sendast víðari til UEFA, har tey bert bíða eftir gjaldsboðum.
Ikki liðugt viðgjørt
Tað hevur tó gingið striltið hjá FSF at fáa umbidna tilfarið til vega. Freistin er í fleiri førum flutt, og seinasta freistin higartil var tann 31. mars í ár. Undan hesum hevði FSF so fingið nakað av tilfari, men enn ber ikki til at fáa at vita, hvørt talan er um nøktandi tilfar.
- Vit fáa ikki sagt nakað sum helst um málið enn, tí hetta er ikki liðugt viðgjørt. Vit hava havt ein fund um hetta, men tað ganga helst einar tvær vikur, áðrenn vit eru lidnir at gjøgnumganga tilfarið, sigur Óli Holm, FSF-forseti.
Sami Óli Holm segði á aðalfundinum hjá FSF, at tey í UEFA vóru »bekymrað« um, at somikið lítið var komið á skafti í føroyska hallarmálinum.
- Tað er rætt, og einamest tí, at tey ikki hava fingið nøkur nærri boð frá okkum. Hesi koma tey tó at fáa, tá vit eru lidnir við gjøgnumgongdina av tilfarinum, sigur Óli Holm.
Men stuðulin er eisini áramálsavmarkaður fram til 2008. Er vandi fyri, at føroyskur fótbóltur kann missa møguleikan fyri 12 milliónum í stuðuli?
- Tað vóni eg ikki. Vit hava ikki spurt okkum formliga fyri, um tað ber til at útseta part av hesum. Men eg vænti ikki, at stuðulin fellur burtur bara uttan víðari, sigur Óli.
Kostnaðarmikil ætlan
Tað hevur ljóðað, at aðalnevndin hjá FSF so langt ífrá er á einum máli um ætlanina í Skálabotni.
Talan er um stórt projekt, har íløguætlanin hjá samtakinum fevnir um úti við 60 milliónir. Hartil skal eitt øki á nærum 30.000 fermatrar ognartakast og planerast, umframt at atkomuvegur og annar infrastukturur skal fáast í rættlag.
Sum skilst, so eru ein meiriluti av starvsnevndarlimunum alt annað enn fegnir um at játta peningin, fyrr enn endalig vissa er fingin fyri fíggingini. Ikki minst, hvat viðvíkur almenna partinum, har tað helst er neyðugt við landskassastuðuli upp á góðar 20 mió kr. Stuðul, sum tó enn ikki er komin á fíggjarlógina.