EB/Streymur kærdi úrskurðin hjá Aganevndini til Yvirkærunevndina, men valdi síðani at taka kæruna aftur. Tí ger Yvirkærunevndin ikki meiri við tað málið, men viðger í løtuni, hvussu viðgerðin hjá Aganevndini og Loyvisnevndini hava verið, í sambandi við ólógliga peningaflutningin í EB/Streymi.
- Nú EB/Streymur hevur avgjørt at trekkja kæruna aftur, er bert kæran frá Loyvisnevndini hjá FSF til viðgerðar í Yvirkærunevndini. Í hesum sambandi skulu vit taka støðu til, um Loyvisnevndin, sum er ein umsitingarlig nevnd hjá FSF, í heila tikið hevur loyvi at kæra til Yvirkærunevndina og tann spurningurin skal fyrst avgreiðast áðrenn vit kunnu viðgera kæruna frá nevndini, sigur formaðurin í Yvirkærunevndini, Andrass Holm Arge, við Norðlýsið.
Upprunaliga søgdu tey í Yvirkærunevndini, at tað fór at taka fimm vikur at viðgera málið, men eftir at EB/Streymur tók kæruna aftur, gjørdist viðgerðin tað minni. Tí kemur ein niðurstøða frá Yvirkærunevndini longu í næstu viku.