Barcelona byrjaði væl og trillaði Sevilla umkoll. Longu aftaná fýra minuttir legði Lionel Messi Barcelona á odda. Tá ein lítil hálvur tími var leiktur økti Bojan til 2-0 eftir eina frálíka avlevering frá Xavi. Tað var eisini støðan í hálvleikinum, men støðan kundi verið mangt slíkt, tí Barcelona hevði fleiri møguleikar at økja.
Í seinna hálvleiki eydnaðist tað so Pedro at økja til 3-0 áðrenn Sevilla fekk ein mann útvístan. Síðani fekk Sevilla yvirtakið og skoraði tvey skjót mál. Hóast ein mann í yvirtal, so var tað Barcelona, ið mátti verja sigurin heim.
Real Madrid vann ein tryggan 5-1 á Athletic Bilbao. Longu aftaná 22 minuttir fekk Bilbao ein mann útvístan og Real brotsspark. Tað skoraði Cristiano Ronaldo uppá, men beint fyri hálvleik javnaði Bilbao. Tá eitt korter var eftir av dystinum megnaði Bilbao ikki at standa ímóti meir. Við fýra málum frá, Gonzalo Higuain, Sergio Ramos, Karim Benzema og Marcelo lat Real Madrid ongan iva verða um úrslitið.
Tað er framvegis bara eitt stig, ið skilur Barcelona og Real Madrid í oddinum. Í seinasta umfarinum tekur Barcelona ímóti Valladolid, meðan Real Madrid vitjar Malaga.










