Avfólkan hóttir stórar partar av Evropa

Evroperar fáa langt í frá nóg mikið av børnum til at halda fólkatalið, vísir fólkatalsframskriving.

 

Evropa er í broyting. Í nógv ára hava vit verið von við, at næstan øll evropisk lond alsamt vaksa í fólkatali. Nú eru vit hinvegin á gáttini til eitt nýtt tíðarskeið, har fleiri av størstu londunum í Evropa fara at minka í fólkatali – og tað fer, sum árini líða, at vera við milliónum av íbúgvum.

Ógvusligu broytingarnar í fólkabygnaðinum síggjast í eini fólkatalsframskriving, sum Stein Emil Vollset, professari á The Hans Rosing Center for Population Health á University of Washington í Seattle, USA, hevur gjørt fyri vinnumiðilin DI Business.

– Tað er ein sera ógvuslig gongd, sum vit síggja í pørtum av Evropa. Í Portugal, Spania, Italia og Grikkaland fer fólkatalið at verða minkað niður í helt fram ímóti ár 2100. Og tað sama er galdandi fyri Bulgaria, Slovenia, Tjekkia og baltalond, ja í veruleikanum í øllum Eysturevropa. Tað er ógvusligt, sigur Sten Emil Vollset við DI Business.

Hann greiðir frá, at fólkatalsforsøgnin upprunaliga varð ment sum ein partur av The Global Burden of Disease Study frá University of Washington og givin út í virda læknatíðarritinum The Lancet. Fyri DI Business hevur professarin hinvegin brotið tølini niður, so tað grundleggjandi skiftið í fólkatalinum í Evropa kann fylgjast fyri hvørt fimmáraskeið fram til ár 2100.

 

##med2##

 

Fólkatalið í Italia fer niður í helvt

Hvat vísa tølini so?

Ein milt sagt vill gongd í stórum pørtum av Evropa. Eitt nú eitt land sum Italia. Har Italia í dag hevur slakar 60 milliónir íbúgvar, so fer fólkatalið fram ímóti 2025 at minka til 52 milliónir og fram til aldarskifitð at verða minkað niður í 30 milliónir.

Somuleiðis kunnu tey í Spania vænta sær, at fólkatalið fer at minka frá núverandi 47 milliónum íbúgvar til 23 milliónir. Og fólkatalið í Grikkalandi fer at minka úr 11 milliónum niður í 5 milliónir.

Og líta vit móti Eysturevropa, so síggja vit líknandi broytingar í fólkatalinum. Sum heild stendur Eysturevropa til eina minking í fólkatali frá 209 til 134 milliónir íbúgvar fram ímóti 2100.

Men er tað ikki langt úti í framtíðini, at alt hetta fer at enda? Nei, staðfestir Stein Emil Vollset, professari.

– Í Suður- og Eysturevropa er hetta longu farið í gongd. Har er fólkatalið toppað, sigur hann og vísir á, at gongdin eisini finst í øðrum fólkatalskanningum, eitt nú hjá ST.

 

Gongdin í Danmark tykist vera eitt sindur javnari. Fyrst fer fólkatalið í Danmark at vaksa eitt sindur fram ímóti 2050, tá tað verður mett at vera 6,2 milliónir, fyri síðan at halda seg har og minka eitt sindur.

 

##med3##

Men gongdin í Evropa fer eisini at raka lond, sum eitt nú Danmark. Tað sigur Carl-Johan Dalgaard, professari frá Københavns Universitet, sum er formaður í Det Økonomiske Råd.

– Vit mugu ikki gloyma, at er tað nakað, sum hevur økt sera nógv um danska búskapin seinastu 10 árini, so er tað økta útlendska arbeiðsmegin – ikki minst úr Eysturevropa. Fara demografiskar broytingar at hava við sær, at arbeiðsstyrkin minkar, so kann tað merkja, at færra leita sær til Danmarkar, sigur hann við DI Business.

Michale Svarer, professari frá Aarhus Univesitet, sær eisini fyri sær, at Danmark fer at sanna, at ikki verður eins lætt at styrkja sær arbeiðsmegina úr Eysturevropa.

– Tað er ikki bara Danmark, sum tørvar arbeiðsmegi. Og við demografisku gongdini, so mugu vit vænta, at tað verður enn størri stríð um arbeiðsmegina, sigur hann.

www.danskindustri.dk/di-business/arkiv/nyheder/2022/7/long-read-massiv-affolkning-truer-store-dele-af-europa/