Myndin er tilvildarlig

Avdúka nýggjan sløkkiliðsbil og nýtt búmerki

Leiðarin fyri Eiðis Sløkkiliði og borgarstjórin í Eiðis kommunu fara at halda røðu hósdagin, tá móttøka verður á Eiði

 

 

 

Myndin er tilvildarlig

Í samband við, at nýggjur slølliliðsbilur er keyptur til Eiðis Sløkkilið verður móttøka í hølunum hjá felagnum uppi á Grind hósdagin 5. mars klokkan 17.

 

- Bilurin varð bílagdur í oktober 2024, og tað er felagið Stórbilar, sum hevur veitt sløkkiliðsbilin til Eiðis sløkkilið.

 

Í Eiðis kommunu siga tey, at tá móttøkan verður, fara bæði leiðarin fyri Eiðis Sløkkiliði og borgarstjórin í Eiðis kommunu, at halda røðu.

 

Eiðis Ljómfelag fer at luttaka, og eisini verður nýggja búmerkið hjá Eiðis Sløkkiliði avdúkað. 

 

- Kaffi og køkur verður at fáa. Børnini fáa sunkist og okkurt søtt. Øll eru hjartaliga vælkomin, siga tey í Eiðis kommunu í dag.

 

 

Myndin er tilvildarlig