Hesum boðar sjálvsognarstovnurin frá í dag.
Fyrr í ár varð navnakapping útskrivað til nýtt navn til nýggju stórhøllina í Hoyvíkshaganum, higartil nevnd Føroya Arena.
– Ein navnanevnd varð sett at gjøgnumganga innkomnu uppskotini, og hevur navnanevndin skotið upp nýtt navn. Nevndin í sjálvsognarstovninum tók undir við uppskotinum. Síðani er eisini arbeitt við búmerki og samleika.
Í morgin klokkan 13 verður nýggja navnið og samleikin avdúkaður. Samstundis verður eisini nýggja heimasíða hjá høllini tikin í brúk. Eisini verður vinnarin av navnakappingini kunngjørdur.