Nógv væta er í konstruktiónini í skúlanum við Løgmannabreyt. Tað kann gerast neyðugt at gera allan klædningin av nýggjum.
Í samband við umvæling av einum vindskaða á plátuklæðingin á skúlan við Løgmannabreyt, varð staðfest, at nógv væta er í konstruktiónini, umframt at soppavøkstur eisini sæst í konstruktiónini.
Húsaumsitingin valdi tí at gera fleiri kanningar, har sama konstruktión er brúkt. Plátuklæðingin varð kannað í átta ymiskum støðum og í øllum førunum sást væta í konstruktiónini. Í nøkrum førum var eisini talan um umfatandi soppavøkstur.
- Orsøk er til at seta tiltøk í verk fyri at beina fyri bygningslutum við soppavøkstri og at broyta konstruktiónirnar soleiðis, at umstøður til nýggjan soppavøkstur ikki verða til staðar, skriva ráðgevandi verkfrøðingarnir hjá húsaumsitingini hjá Tórshavnar kommunu.
Húsaumsitingin valdi eisini at kanna timburklæðingin í skúlanum fyri vætu og soppavøkstur.
Her var sama skilið. Í 17 støðum á skúlanum varð timburklæðingin tikin niður fyri at síggja inn í konstruktiónina.
- Í fleiri kanningarstøðum er væta í konstruktiónini og í nøkrum førum eru tekin til byrjandi soppavøkstur og í øðrum førum er soppavøkstur væl sjónligur, skrivar Húsaumsitingin.
- Tiltøk eiga at verða sett í verk fyri at kanna samlaða umfangið av soppavøkstri, og at taka burtur alt tilfar, har soppur er, umframt at broyta konstruktiónina, soleiðis at veggir verða útluftaðir, skrivar Húsaumsitingin, sum tó viðmerkir, at kanningarnar einans eru visuellar, tað vil siga ongar mátingar eru gjørdar.
Skúlin við Løgmannabreyt var tikin í nýtslu 18. august 2008. Tá byrjaðu 100 næmingar í fyrsta til triðja flokki í skúlanum. Næsta byggistig var liðugt í 2009 og seinasta byggistig í 2010. Nú ganga 339 næmingar í skúlanum í níggju árgangum.