Leygarkvøldið klokkan 19.30 verður stór útgávukonsert í Norðurlandahúsinum, har Amnesty í Føroyum fer at avdúka, hvør hevur vunnið sangskrivarakappingina, sum felagsskapurin hevur skipað fyri í ár.
Hetta er eitt tiltak í sambandi við, at tað nú eru 50 ár síðani mannarættindafelagsskapurin, Amnesty International varð stovnaður.
Í sangskrivarakappingini komu 42 sangir inn og av teimum eru 10 sangir valdir at verða við á nýggju Amnesty fløguni, sum hevur heitið Fræls & Javnlík.
Eitt dómarapanel hevur funnið fram til bestu løgini og harumframt hava lurtarar havt møguleika at atkvøða um besta sangin.
Og á konsertini leygarkvøldið verða heiðurslønir latnar til nummar 1, 2 og 3.
Talan verður annars um eina sera fjølbroytta konsert og tey, sum syngja og spæla verða Linda Andrews, Bárður Johannesen, Guðrun og Bartal, Petur Pólson, Noel Joensen & Birgir Jóhannessen, Eyðun Nolsøe, Vígdis Fjallstein, Unn Patursson, Petur Háberg og Lív Næs og tey fara at framføra teir 10 nýggju Amnesty-sangirnar.
Í samband við føðingardagin hevur Amnesty International gjørt eina stóra framsýning við 50 útvaldum Amnesty plakatum.
Í 1986 málaði Olivur við Neyst plakatina, sum hann nevndi Frælsi, og hendan plakatin er nú vald at umboða Amnesty International á altjóða plakatframsýningini hjá felagsskapinum í sambandi við 50 ára hátíðarhald runt um í øllum heiminum.