Avdúka nýggja minnisvarða í Sumba

Í morgin, 1. november, er Alla halgannadagur. Tað er dagurin tá føroyingar koma saman kring landið, at minnast til teirra, ið hava latið lív á sjónum.

 

Nógvar bygdir hava reist minnisvarðar fyri teim sjólatnu og í morgin verður ein nýggjur vígdur í Sumba.

 

Eyðbjørn Thomsen, bygdaráðsformaður í Sumbiar kommunu, sigur, at tey hava arbeitt við málinum í nøkur ár og nú er komið á mál.

 

- Tað bleiv ein nevnd sett fyri nøkrum árum síðani, ið skuldi arbeiða fyri at fáa ein minnisvarða, men tað hevur tikið longur enn vænta. Nú er arbeiðið so liðugt og minnisvarðin verður avdúkaður í morgin, sigur Eyðbjørn Thomsen.

 

Í morgin kl. 16 verður hátíðarhald við minnisvarðan, har Uni Næs, dómpróstur, fer hava eina talu.