Finnbogi Ísakson varð føddur 7. februar í 1943 í Klaksvík, og hann doyði 7. september í 2005. Finnbogi Ísakson var umframt at vera politikari eisini rithøvundur og fjølmiðlamaður, starvaðist bæði í útvarpi, sjónvarpi og á bløðum.
Hann var valdur á ting í 1966 einans 23 ára gamal og varð afturvaldur fram til 1984, tá hann ikki stillaði uppaftur.
Hann var landsstýrismaður í trimum skiftum, frá 1975 til 1979 og í 1989 og í 1993-94.
Hann stillaði uppaftur til løgtingsvalið í 1988, men varð ikki valdur. Í 1990 varð hann afturvaldur og sat fram til 2002, tá hann ikki stillaði uppaftur.
Finnbogi Ísakson enda politisku starvsleiðina við at vera løgtingsformaður valskeiðið 1998 til 2002.