Hósdagin 25. novembur klokkan 10 skipa Dugni og Listasavn Føroya fyri hátíðarløtu í Listaskálanum í sambandi við, at Kærleikskúlan 2010 verður avdúkað. Tað er eitt av okkara mætastu listafólkum, ið hevur sniðgivið Kærleikskúluna í ár og á hátíðarløtuni verður almannakunngjørt hvør tað er. Listafólkið fer síðani sjálvt at greiða frá, hvat sniðið í ár ímyndar.
Á hátíðarløtuni fer stýrið fyri Dugna at heiðra einum fólki, ið tey halda hevur gingið undan og víst fjølbroytni og styrki hjá fólki við arbeiðstarni og Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum, flytir fram røðu.
- Kærleikskúlan er eitt yndisligt listaverk, og ein savnaragripur. Tað er ein munnblást glaskúla við einum bandi, ið ber brá av jól, kærleika og góðsku. Kúlan er hondgjørd og hvørt upplag er avmarkað. Ikki tvær kúlur er akkurát eins, men hvør einstøk kúla er yndislig á sín egna hátt ? júst eins og hvørt barn á jørðini.
Kærleikskúlan 2010 verður bara seld í gávubúðum kring landið í tíðini frá 25. november til og við 17. Desember. Allur vinningur fer til fólk við skerdum arbeiðsførleika