Avbyrgdur í seks vikur

Maðurin undir illgruna fyri at hava dripið Birnu Brjánsdóttir

Tað eru yvir fimm vikur síðani, at ein maður bleiv handtikin fyri at verða undir illgruna fyri at hava tikið lívið av íslendsku Birnu Brjánsdóttir.

 

At byrja við vórðu tríggir mans undir illgruna, men nú er bert tann eini, ið hevur áhuga hjá løgregluni. Allir tríggir sigldu við grønlendska trolararnum Polar Nanoq, ið lá á Hafnafirði teir dagarnar, ið alt fór fram.

 

Sambært íslendsku miðlunum RUV og Visir, so hevur maðurin sitið avbyrgdur í næstan seks vikur. Verjin hjá manninum sigur, at teir sakna grundgevingar fyri hví hann skal sita avbyrgdur so leingi og tað ber illa til at góðtaka, at avbyrgja mannin uttan orsøk.

 

Grønlenski maðurin, ið er undir illgruna, skal afur fyri rættin hósdagin.