Umleið 800 ferðafólk og eini 150 starvsfólk í teirri stóru amerikonsku tjóðarlundini Grand Canyon sleppa ongan veg, eftir at ein skógareldur hevur stongt ta einastu farleiðina haðani, skrivar AP.
Skógareldurin kyknaði sunnukvøldið beint við North Rim, sum er eisini farleið til og úr Grand Canyon-lundini. Amerikonsku myndugleikarnir siga, at hvørki ferðafólk ella starvsfólk eru í vanda, og í dag varð rokna viuð, at øll sluppu haðani seinnapartin ella í kvøld.
Skógareldurin í Grand Canyon er ikki tann einasti, sum herjar USA í hesum døgum. Tað brennur nógvastaðni, og myndugleikarnir siga, at í løtuni standa umleið 1,3 millión hektarar av skógi í ljósum loga.