Tvær útskiftingar eru í hópinum hjá U21, sum í komandi mánað skal royna seg móti Aserbadjan og Grikkalandi. Pætur Jørgensen og Emil Nolsøe Leifsson, sum í løtuni umboða ávíkavist HB og KÍ verða ikki tøkir hjá venjarunum, Bill Mc. Jacobsen og Heðini Askham. Í teirra stað eru tiknir út Poul N. Poulsen, Skála, og Frank Poulsen, ÍF. Tað skrivar heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum.