Avboð til landsliðið frá Villa

Um eina viku bresta Danmark og Spania saman í einum sera týðandi landsdysti í Parkini, har serliga Danmark hevur brúk fyri einum sigri.

Um vikuskiftið mátti ein av týdningarmestu spælarunum hjá Spania geva avboð til dystin. Vandamikli áleyparin hjá Valencia, David Villa, mátti nevniliga fara av vøllinum við einum skaða um vikuskiftið, tá felag hansara tapti fyri Espanyol, og hann er somikið skaddur, at hann má geva avboð til landsliðið. Í staðin fyri Villa er Raul Tamudo frá Espanyol tikin út til hópin.