Størsta avbjóðingin hjá komandi samgongu verður búskapar- og fíggjarpolitikkurin. Her brýtur í bæði borð. Fíggjar- og búskaparkreppan í USA er við at koma í hæddina og breiðir seg til allan heimin. Hóast henda kreppa kanska ikki fer at hava sama virkna á umheimin sum skrædlið í 1929, so fara ristingarnar at merkjast. Amerikanski búskapurin er framvegis heimsins størsti og hetta fer í sjálvum sær at elva til ávísar trupulleikar um allan heim.
Avvarandi myndugleikar í USA hava, rentupolitikkurin undantikin, verið eitt sindur skiftandi í vali av tiltøkum. Fyrst yvirtók hitt almenna tveir teir størstu húsalánsbankarnar, samstundis ið boðað varð frá, at stjórnin ikki fór at sita hendur í favn, meðan kreppan vant uppá seg. Síðan, tá næsti brotasjógvurin kom og størsti banki í USA, Lehmann Brothers, kom í trupulleikar, varð ikki rætt hond frá síðu og bankin fór á húsagang. Húsagangurin hevur tikið vinnufyritøkur og fíggingarstovnar í hundraðtali við sær í fallinum. Avleiðingarnar kenna vit: vinnuloysi, stórir sosialir trupulleikar og uppaftur fleir búskapartrupulleikar. Men so í gjár varð róðrið aftur lagt í bakborð í og við, at tað almenna USA bjargaði heimsins størstu tryggingarfyritøku AIG, samstundis sum europeiski miðbankin og størstu tjóðbankarnir í heiminum sendu hundraðtals milliardir út í peningaumfarið til tess at lætta um gjaldførið í bankaheiminum. Tað er ov tíðliga at siga nakað fyri vist um hesi tiltøk fara at bjarga heimsbúskapinum, men flestu eygleiðarar á altjóða sjónvarpsrásum mettu í morgun, at tiltøkini hava gagnliga ávirkan á fíggjarligu støðuna. Svarta rossið er enn sum áður oljuprísurin. Heldur prísfallið fram, fær hetta framhaldandi jaliga ávirkan. Fer oljuprísurin hinvegin uppaftur, so verður trupult at venda gongdini.
So mikið um tey búskaparligu árin, ið kunnu koma uttaneftir. Her heima sær heldur ikki alt ov bjart út. Fyrsta skrædlið í fiskivinnuni kom í gjár við tað, at Maru samtakið kom í trupulleikar og fráboðað er, at skipini fara undir hamaran 12. november í ár. Hetta er ein skelkur og ein sorgarleikur og kann í versta føri enda við, at eini tvey til trý hundrað fólk missa arbeiðið, um restin av samtakinum fer sama veg. Verður hetta gongdin, so stendur ein komandi landsstýrissamgonga framman fyri størstu búskaparligu og politisku avbjóðing í mong ár. Tað ber ikki til at lata eyguni aftur fyri hesum ótespiliga veruleika. Samgongan má hava eina búskaparstrategi, ið fevnir um kreppufyribyrgjandi tiltøk. Fortreytirnar eru ikki mjúkar: niðurfiskaðir stovnar, óvissa um oljurprísirnar og stór óvissa um heimsbúskapin. Henda strategi fer at krevja búskaparligt innlit, mót, virkisorku, politiska styrki og kanska mest av øllum: eina fullsamda samgongu. Vónandi hevur ABC samgongan, um hon gerst veruleiki, hesar eginleikar, soleiðis at samfelagsskútan Føroyar kemur heilskapað burtur úr tí búskaparliga vandasjógvi, ið nú skal siglast.









