Sambært Víkingasavninum í Roskilde, so er endamálið við ferðini til Føroya at veita íblástur til teirra í Hovi, sum hava ætlanir um at byggja eitt víkingaskip.
– Eitt eru vit rættiliga vís í. Tað hava ikki siglt nógv skip í víkinatíðini, ið eru av sama slag sum Helge Ask, í føroyskum sjógvi. Tað er tí, at Helge er »en lang smal cigar« í skrokkinum og kensluborin sum ein jolla í hvirlunum. Við føroysku strendurnar er vindurin lúnskur. Helge Ask er bygdur til at sigla innanskers í Danmark – og klárar seg rættiliga væl í góðum sjógvi í Danmark. So tað verður ein avbjóðing at sigla í Føroyum, sum vit gleða okkum til, skrivar savnið í Roskilde á heimasíðuni.
Savnið í Roskilde vísir á, at føroyski báturin er nær skyldur við gomlu klinkaðu víkingaskipini.
– Føroyski báturin er okkum kunnugur, tí vit hava fleiri á savninum í Roskilde, sum verða brúktir til ymisk endamál, og sum mannignin á Helge Ask eisini hevur siglt við.
– Vit gleða okkum at royna megi við hesi avbjóðinigni í Føroyum, og vit fara at lurta væl eftir góðum ráðum frá føroyingum, sum vit væl um veður og vind á sjónum, skrivar bátasavnið í Roskilde í sambandi við ferðina hjá Helge Ask til Føroya.