Avbjóðararnir fáa nýggjan møguleika

Í gjárkvøldið fór NSÍ av Svangaskarði og inn um aftur Saltnes og Rókina við 3-2 tapi í viðførinum. Tapið var merkisvert. Sjálvsagt kendist B68 sigurin serliga søtur, tí hann var á grannunum, og tí NSÍ fyri fyrstu ferð í fýra mánaðir fór av vøllinum uttan úrtøku. NSÍ hevði undan gjárdegnum spælt fimtan ferðir uttan at tapa. Tólv sigrar og tríggir javnleikir høvdu borið við sær 39 stig og málmunin 40-14.

HB er fremsti avbjóðarin hjá oddaliðnm, og fýra stig aftanfyri meistaraliðið eru EB/Streymur, Víkingur og ÍF.

Felags fyri hesi fýra er, at tey skulu hitta tey, sum eru longri niðri á støðutalvuni. HB skal spæla á útivølli, meðan hini trý eiga heimavøll.

Ólavsøkuaftan vann B71 2-1 á HB í Gundadali. Tað er higartil mest óvæntaða úrslitið í ár. Í 7. umfari vann HB 1-0 á Sandi.

Eftir aldudal í nakrar vikur vann ÍF mikukvøldið trivaligan sigur á Argjum. Í dag fáa fuglfirðingar vitjan av FC Suðuroy. Tá ið hesi liðini i 7. umfari hittust í Fuglafirði, vann ÍF 2-0. Mikukvøldið tapti FC Suðuroy 1-0 á útivølli ímóti B36.

Heðin Askham, venjari hjá EB/Streymi, staðfesti mikukvøldið eftir javnleikin ímóti NSÍ, at tað úrslitið kundi EB/Streymur ikki brúka, og harvið metti hann, at møguleikin fyri FM var burtur. Eftir NSÍ tapið í gjárkvøldið kann EB/Streymur við heimasigri á AB aftur fáa fatur í endauum. Tá ið AB í 7. umfari vitjaði i Streymnesi var talan um 2-1 heimasigur.

Víkingarnir vóru ógvuliga vónbrotnir yvir avrikið á Sandi mikukvøldið. Úrslitið var málleysur javnleikur, og víkingarnir mettu seg avgjørt ikki hava uppiborið meiri. Full úrtøka í dag fer at bera við sær, at Víkingur verður væl fyri í kappingini um heiðursmerkini og europeiska luttøku.

Mikukvøldið vann B36 1-0 á heimavølli ímóti FC Suðuroy. Um tað í dag eydnast B36 at fáa fult í Sarpugerði, so verður árstalsfelagið ikki so langt frá teimum, ið kappast um europoeisku plássini.

Tá ið Víkingur og B36 ólavsøkudag hittust í Gøtu var úrslitið 3-1 til Víking, og í 7. umfari vann Víkingur 2-1 í Gundadali.

 

B71-HB: Eiler Rasmussen kl. 15.00

ÍF-FC Suðuroy: Dagfinn Olsen kl. 15.00

EB/Streymur-AB: Jari Järvinen kl. 15.00

Víkingur-B36: Rúni Gaardbo kl. 15.00

 

NSÍ 40

HB 35

EB/Streymur 31

Víkingur 31

ÍF 31

B36 27

B68 23

B71 17

FC Suðuroy 14

AB 11

NSÍ og B68 hava spælt 20 dystir, og hini liðini hava spælt 19 dystir