Tvey feløg eru við í kappingini um at flyta upp úr næstbestu og bestu deildina. Tað eru B68 og ÍF. Giza Hoyvík og B71 kunnu eisini flyta upp. Eftir fimm umfør snýr tað seg hjá báðum feløgunum um at sleppa undan plássunum undir niðurflytingarstrikuni.
Undan sætta umfari, sum verður seinnapartin, sær tað soleiðis út, at B68 er á triðja plássi, sum eftir 27 umfør ber uppflyting við sær, meðan ÍF er á fjórða plássi, sum eftir 27 umfør ikki ber uppflyting við sær.
Seinnapartin fer ÍF at spæla í Trongisvági, har Suðringar, sum higartil bara hava vunnið eitt stig, taka ímóti. Í fjør vóru heimadystirnir hjá næstbesta liðnum hjá Suðringum á Vágseiði. Higartil í ár hava teir verið við Stórá í Trongisvági, og tað verður dysturin í dag eisini – sambært heimasíðuni hjá Suðringum.
B68 skal spæla í Gundadali ímóti næstbesta liðnum hjá HB, sum higartil hevur vunnið tveir dystir og tapt tríggjar.
Toppliðið KÍ, sum hevur vunnið úrtøku úr øllum fimm dystunum higartil, skal seinnapartin royna seg í Hoyvík. Í fjør stóð Giza Hoyvík seg væl ímóti KÍ, hóast klaksvíkingar endaðu væl omanfyri Giza Hoyvík á stigatalvuni. Í Klaksvík vann Giza Hoyvík 4-3, meðan tað í høvuðsstaðnum endaði 0-0 og við 3-1 heimasigri.
Kommunuppgerð verður við Løkin, har NSÍ fær vitjan av Skála. NSÍ er á øðrum plássi og framvegis ósigrað.Skála hevur tapt fýra ferð og vunnið á útivølli ímóti Suðringum.
B71 er á veg til Leirvíkar, har næstbestu víkingarnir síðsta leygardag taptu 2-1 ímóti NSÍ. B71 vann í fyrsta umfari 1-0 á útivølli ímóti Giza Hoyvík. Síðani hava sandoyingar tapt fýra ferðir. Leygardagin taptu teir 4-1 í Klaksvík.
Sætta umfar ídag:
Víkingur – B71: Alex Troleis kl. 15.00
NSÍ – Skála: Áron Sofus Vest kl. 15.00
Giza Hoyvík – KÍ: Johan Petur Michelsen kl. 17.30
HB – B68: Dagfinn Forná kl. 15.00
Suðringar – ÍF: Rani Skaalum kl. 15.00
Støðan undan sætta umfari
KÍ | 5 | 4 | 1 | 0 | 19 | 5 | 13 |
NSÍ | 5 | 4 | 1 | 0 | 13 | 7 | 13 |
B68 | 5 | 4 | 0 | 1 | 16 | 9 | 12 |
ÍF | 5 | 3 | 1 | 1 | 15 | 7 | 10 |
Víkingur | 5 | 3 | 0 | 2 | 11 | 10 | 9 |
HB | 5 | 2 | 0 | 3 | 9 | 6 | 6 |
Skála | 5 | 1 | 0 | 4 | 8 | 11 | 3 |
B71 | 5 | 1 | 0 | 4 | 7 | 13 | 3 |
Giza Hoyvík | 5 | 0 | 2 | 3 | 5 | 9 | 2 |
Suðringar | 5 | 0 | 1 | 4 | 2 | 28 | 1 |