AVB nýggjur venjari hjá Tottenham

BBC skrivar í hesi løtu , at vrakaði venjarin hjá Chelsea, Andre Villas-Boas, verður nýggjur venjari hjá Tottenham. Andre Villas-Boas varð í farna kappingarár venjari hjá Chelsea, men fekk sparkið vegna ov vánalig úrslit.

 

Tað verður tann bara 34-ára gamli portugisin, sum skal taka við eftir Harry Redknapp. Hann hevur skrivað ein trý ára sáttmála við felagið úr London. Andre Villas-Boas hevur verið venjari hjá Chelsea og Porto frammanundan, og var settur í samband við millum annað Liverpool í summar.