Avatar rasistiskur

Væl umtókti 3D filmurin, Avatar, fær ikki bara góð ummæli. Millum annað verður filmurin lagdur undir fyri at háða heilsuna og hava rasistiskt lyndi. Avatar er higartil dýrasti filmur, ið nakrantíð hevur verið gjørdur við einari rokning áljóðandi 300 milliónir dollarar. Hinvegin hevur filmurin tjent pengarnar væl og virðiliga aftur við einari inntøku á 8 milliardir krónur.

Hóast filmurin er so væl umtóktur kring heimin, fær hann eisini ring ummæli. Na?vi?-fólkið, hóast tey eru blá, líkjast meiri myrkum fólki. Tey hava dreadlocks og smykkir í Masai-stíli, ið ímyndar afrikansku mentanina.

Sigourney Weaver hevur ein heldur politiskt ókorrektan leiklut. Hon roykir, drekkur og bannar. Stanton A. Glantz, amerikanskur proffessari, sigur, at skjótt verður átak sett ígongd ímóti royking á filmi.

Cameron, leikstjóri, sigur, at leikluturin hjá Sigourney ongantíð var ætlað at verða ein fyrimynd fyri ungum.

- Ein filmur eigur at vísa veruleikan, sigur hann.