Heimasíðan hjá Royal Greenland veit at siga, at Avataq, sum er nýggjasta skipið hjá felagnum, samstundis er størsta fiskiskip í Grønlandi. Skipið kom til Nuuk hin 3. januar, og í gjár - leygardagin 4. januar - fór skipið sín fyrsta túr á rækjuveiði.
Á heimasíðuni vita tey eisini at siga, at Avataq sigldi fram við grønlendsku bygdini, Aappilattoq í Suðurgrønlandi, nýggjársdag, har skip og manning fingu eina stuttliga móttøku.
- Vit sigldu gjøgnum Prins Christianssund, tí tað var stormur á Kappanum. Tá vit sigldu fram við Aappilattoq, kom ein jolla út og fylgdist við okkum, og úr landi sendu tey rakettir, sigur skiparin, Tordar Dimon, við heimasíðuna hjá Royal Greenland.
Avataq er bygdur í Bilbao í Spania, og haðani loysti skipið hin 16. desember við kós móti Føroyum. Í Føroyum helt manningin jól, og hin 28. desember varð aftur loyst í Føroyum og kósin sett móti Nuuk í Grønlandi.
Nýggjasta skipið í grønlendska fiskiskipaflotanum er 82,3 metrar langt og 18 metrar breitt. Skipið verður formelt navngivið við Atlantbryggjuna í Nuuk á mentanarnáttini, vita tey hjá Royal Greenland at siga á sínari heimasíðu.