Ávaring eigur at verða sett á fløslur av øli, víni og brennivíni, sum verða seldar í Føroyum.
Tað halda umboð fyri allar flokkar, sum stilla upp á Løgtingsvalinum týsdagin.
Á veljarafundi um, sum Blái Krossur skipaði fyri um rúsdrekkapolitikk, varð spurningurin reistur, um vit eiga at seta ávaringar á fløskur við rúsdrekka, á sama hátt, sum vit hava sett ávaring á sigarettpakkar.
Tað taka allir flokkar undir við.
Martin Kúrberg, sum er valevni fyri Miðflokkin heldur avgjørt, at tað eigur at verða gjørt, tí rúsdrekka er eitt eiturevni.
Sunneva Háberg Eysturstein, valevni fyri Framsókn, heldur eisini, at tað kann vera ein gongd leið, kann tað verða upplýsandi fyri tey, sum keypa og tað er Bjørt Samuelsen, valevni fyri Tjóðveldi, eisini samd í.
Hon sigur, at á øllum matvørum eru upplýsingar um hana, prentaðir, so tað ger einki um ávaring verður prentað á fløskur við rúsdrekka, sum vísir, at verður ov nógv drukkið, er tað skaðiligt.
Zakarias Vang, valevni fyri Nýtt Sjálvstýrið, hevur latið sær fortalt, at eitt skelti hongur í Rúsuni, sum ávarar ímóti rúsevnum.
Tí heldur hann, at tað er løgið, at ongin ávaring er ímóti rúsdrekka, sum er nógvar ferðir so stóran skaða sum rúsevni, og sum drepur tríggjar fjórðingar av øllum teimum, sum doyggja av rúsandi eituri.
Alfred Olsen, valevni fyri Sambandsflokkin heldur, at tað er sjálvsagt, at ávaring eigur at verða sett á fløskur við rúsandi løgi í, og Eyðstein Poulsen, valevni fyri Fólkaflokkin, heldur, at tað hevur ávirkan, at ávaringar standa á sigarettpakkum, og tí eigur tað sjálvandi eisini at verða sett á fløskur við rúsdrekka.
- Tað er vísindaliga prógvað, at rúsdrekka er skaðilig, og tí eigur tað avgjørt at standa á fløskunum, sigur hann.