Dagføring: Vegurin um Gøtueiði er stongdur

Fyrr í morgun boðaði Landsverk frá, at olja á vegnum um Gøtueiði.

– Tað er sera hált at koyra um Gøtueiði og oman móti rundkoyringini, stendur í fráboðanini frá Landsverki.

 

Nú kom nýggj kunning frá Landsverki, sum sigur, at vegurin um Gøtueiði er stongdur í løtuni.

 

Frá Landsverki frættist, at talan kortini ikki er um olju, men um fiskalýsi.