Ávaring: Olja á vegnum

Løgreglan ávarar um, at olja er á vegnum frá Skálabotni til Oyrarbakka

Vegurin millum Skálabotn og Oyrarbakka er dálkaður av olju. Løgreglan heitir á bilførarar um at vísa størsta varsemi, tí vegurin kann vera hálur.

– Landsverk hevur fingið boðini og tey eru á veg at reinsa vegin, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.