Ávaring frá løgregluni: Ikki fara út

Løgreglan mælir fólki frá at koyra ímillum bygdir og at fara út yvirhøvur

Ódnarveður herjar um alt landið og sambært vindmátarunum hjá Landsverk, er  vindmegin  í hvirlunum í løtuni máld millum 30 og 50 m/sek nógvastaðni í landinum.

 

Líkt er til at ódnarveðrið heldur fram nakrar tímar afturat og kanska líka til miðnátt.

 

Tískil heitir løgreglan á fólk um at halda seg innandura og um ikki at koyra ímillum bygdir, ber tað yvirhøvur til at sleppa undan.

 

Løgreglan heitir eisini á fólk, um bara at ringja til 1-1-2, alarmsentralin, tá brúk er fyri bráðfeingishjálp.

 

Fráboðanir um vind- og stormskaðar skulu fráboðast til politiið á tlf. 351448.

 

Her verður hugsað um skaðar, at tað er neyðugt at seta tiltøk í verk fyri at bjarga virðum og forða fyri størri skaða.

 

Myndin er av Tòrsvølli, har stálkonstruktiónin til nýggja FSF Húsið, sum varð reist fríggjadagin, eru slitnaðar úr betonginum.

 

Sí fleiri myndir við at TRÝSTA HER