Í Føroyum mugu vit ansa eftir at vit ikki útbúgva okkum ov nógv og ov skeivt.
Tað heldur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, tingkvinna fyri Fólkaflokkin og forkvinna í Rættarnevndini hjá Løgtinginum.
Hon spyr, um tað er rúmd fyri í føroyska samfelagnum at útbúgva løgfrøðingar, stjórmálafrøðingar og søgufrøðingar í hópatali.
- Hvar í Føroyum skulu tey fáa arbeiði eftir loknan lestur, spyr hon, nú Løgtingið umrøður ólavsøkurøðuna hjá løgmanni.
- Ella mugu tey verða verandi uttanlands. Tað er ein spurningur, vit eiga at seta okkum sjálvum, legði hon afturat.
Tí fegnast hon um ætlanina hjá samgonguni at taka upp samstarv við vinnuna at útgreina, hvørjum útbúgvingum tørvur er á í Føroyum.
- Vit eiga at ansa eftir, at vit ikki brúka nógvar pengar og ov langa tíð upp á at yvirútbúgva fólk. Vit skulu heldur útbúgva fólkið til tað, vit liva av, heldur hon.