- Nú kommunur eru farnar at kappast um at lækka gjaldið til barnagarðarnar, kann man ikki annað enn undrast.
Tað sigur Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum.
Hann undrast, tí samstundis sum gjøldini verða lækkað, gremja kommunurnar seg bara um, hvussu dýrt ansingarøkið er, at tær hava ikki ráð til at hækka lønirnar.
Í grundregluni hevur hann einki ímóti, at gjaldið verður tikið av, tí barnagarðurin vorðin ein natúrligur partur av uppvøkstrinum.
- Tí gevur tað meining, at hesin partur bert verður fíggjaður við skatti, eins og skúlin.
- Vit mugu tó vera á varðhaldi, tá ið politikarar “lokka” við gjaldinum, tí vit hava fyrr sæð, at tá ið kommunalir kassar eru sperdir, er skjótt at sparingar raka dagstovnarnar.
- So ein lækking, ella avtøka, av stovnsgjaldinum í dag kemur lættliga at merkja verri dagstovnar í morgin.
Jógvan Philbrow sigur, at sum er, er einki fast minstamark fyri tímajáttanina á stovnum.
- Úrslitið er, at starvsfólk, námsfrøðingar, uppliva, at krøvini til starvið er munandi økt, meðan umstøðurnar ikki hava fylgt við.
- Einaferð var púra vanligt, at vøggustovurnar høvdu heitan mat til tey minstu. Í dag kenni eg onga vøggustovu, sum bjóðar børnunum heitan mat.
- Vit mugu og skulu tryggja børnini og stovnarnar eitt minstamark, tí sum støðan er í dag, minkar veruliga játtanin ár undan ári.
- Við einum minstamarki, kundu vit av álvara fegnast um, at gjaldið til foreldrini varð lækkað, tí tá hevði vansin fyri, at børnini vórðu rakt, ikki verið líka stórur.
Formaðurin í Pedagogfelagnum sigur, at ætla politikarar av álvara at brúka fleiri pengar upp á dagstovnaøkið, eru nøkur viðurskifti, teir kundu havt í huga fyri at fingið eitt gott og gevandi tilboð.
Her hugsar hann um útbúgving og eftirútbúgvingar til starvsfólk, økt tímatal til børnini á stovninum, ella fleiri starvsfólk, betri tíð hjá starvsfólki at fyrireika arbeiðið, lønarhækkan og stytt arbeiðsvika.
Trýst HER og les meiri um, hví formaðurin í Pedagogfelagnum ávarar ímóti kappingini um at lækka gjøldini fyri barnaansingina, og hvat hann heldur, eigur at verða gjørt ístaðin
- Gerið eina veruliga íløgu í barnið og gevið starvsfólkunum, og harvið børnunum, betri kor, tað hevði verið nakað hjá einari kommunu at reypa av, sigur Jógvan Philbrow.