Ávara um at taka hamstrað bensin við Smyrli

Strandferðslan ávar nú um um hamstring av brennievni í Suðuroy og ferðing við bili

 

– Tað er strangliga bannað og sera vandamikið fyri trygdina hjá skipinum at føra dunkar við brennievni í bilinum inn á dekkið á Smyrli. 

 

Soleiðis sigur stjórin á Strandferðsluni, Niels Juel Arge, í eini fráboðan í morgun.

 

Orsøkin er, at nú er bara brennievni at fáa sunnfjørðs. Á Sandi fæst bensin, men annars er tað bara støðirnar hjá Effo í Suðuroy, sum enn hava bæði diesel og bensin.

– Manningin á Smyrli ger stakroyndir av viðførinum hjá bilum, ið fara umborð á Smyril á Krambatanga. Bilar verða avvístir, um teir hava dunkar við brennievni í bilinum, sigur Niels Juel Arge, stjóri á Strandferðsluni.