Ávara staðiliga ímóti ætlan hjá samgonguni

Tað er sera álvarsamt fyri samfelagið og rokningin til Føroya fólk verður fleiri ferðir størri

- Vit ávara staðiliga ímóti, at tílíkar ógvusligar, og enntá ógrundaðar sparingarnar, verða settar í verk.

 

So lemjandi eru tey í Búskapar- og  Løgfrøðingafelag Føroya, BLF í sínum atfinningum ímóti ætlanina hjá samgonguni at broyta bygnaðin í almennu fyrisitingina við tí fyri eyga at minka hana og at spara pengar.

 

Tey sipa til, at samgongan hevur tosað um at skerja almennu fyrisitingina 10 prosent hesi næstu tvey árini.

 

Tað eru rættiliga nógvir búskaparfrøðingar og løgfrøðingar í miðfyrisitingini, so fakfelagið hjá teimum verður ein týdningarmikil samstarvsfelagið hjá landsstýrinum.

Men niðurstøðan hjá felagnum er púra greið, at tað hetta er ein sparing, sum fer at fáa álvarsligar avleiðingar fyri samfelagið

 

Og í BLF halda tey ikki, at nøkur miðvísa ætlan liggur aftanfyri hesa ætlanina og tí dugir felagið ikki at síggja hetta sum eitt sparitiltak.

 

Felagið staðfestir, at tað verður ofta sagt, at landsfyrisitingin bólgnar og er vorðin alt ov stór, men samstundis verður víst á, at seinastu árini eru uppgávurnar eisini alsamt fjølbroyttar og veksandi.

 

Harafturat verður víst á, at í upplegginum hjá landsstýrinum um ætlaðu broytingarnar, verður staðfest, at í dag eru útreiðslurnar til miðfyrisitinga ikki størri partur av bruttotjóðarúrtøkuni enn tær vóru í 2001.

Og tað er eindømi í almenna rakstrinum.

 

- So kann man grundleggjandi spyrja um tørvur yvirhøvur er á sparingum í landsfyrisitingini?

Í Búskapar- og Løgfrøðingafelagi Føroya eru tey sannførd um, at ætlanin um at spara 10 milliónir krónur í landsfyrisitingini hesi næstu tvey árini, er fullkomiliga veruleikafjar. 

 

- Umroknað til starvsfólk svarar ein slík sparing til, at allir fulltrúar í tveimum stjórnarráum verða sagdir úr starvi.

 

- At spara 10 milliónir krónur í stjórnarráðunum aleina, kann hava stórar avleiðingar fyri føroyska fyrisiting, fyri demokrati, fyri rættartrygd, fyri lógardygd, fyri gjøgnumskygni og fyri dygdina í grundarlagnum, politiska skipanin skal grunda framtíðar avgerðir og umskipanir á.

- Fortreytirnar fyri skynsamari stýring av samfelagnum verða sostatt verri, sigur BLF.

 

- Landsfyrisitingin fremur og verjir rættartrygdina í Føroyum. Nærum allar lógir og allar kunngerðir verða gjørdar í landsfyrisitingini. Tískil er torført eittans at gera fyrisitingina upp í krónur og oyru. Hetta snýr seg um at verja grundleggjandi demokratiskar og løgfrøðiligar aðalreglur - grundsúlur sum samfelagið byggir á, sigur BLF.

 

Tí er tað sera álvarsamt fyri samfelagið at fremja so stór inntriv á hesum øki.

- Avleiðingarnar eru ikki til at fáa yvirlit yvir.

 

- Hetta kann gerast eitt ógvusligt álop á føroyska rættarsamfelagið og á rættartrygd borgaranna, sum ongin fólkavald politisk skipan kann standa modell til.

 

- BLF vil staðiliga mæla frá, at landsfyrisitingin verður umskipað og veingjaskerd, bara fyri at spara nakrar ómetaliga dýrt keyptar milliónir á fíggjarlógini.

 

- Hendan rokning kann enda fleirfaldað aftur hjá Føroya fólki, sigur felagið hjá Búskapar og løgfrøðingafelagnum.

 

- Landsfyrisitingin, vit hava nú, er eitt úrslit av einari uppgerð við skilaleysu áttatiárunum. Lat okkum læra av okkara feilum og forða fyri, at vit enda aftur í tílíkari vanstýring av okkara landi, leggur felagið afturat.