Norska Dagbladet skrivar í kvøld, at í juli vórðu ræðslusigin ferðafólk umborð í ferðafólkaskipinum "Ambition" óviljað vitni til grindadráp í Havn.
Í drápinum løgdu 78 hvalir beinini.
Sagt verður í greinini, at hvalirnir eitt nú vórðu avlívaðir við tí, sum blaðið rópar "hvalspyd", og drápið skal hava vart í fleiri enn 20 minuttir.
- Hendingin kann fáa álvarsligar avleiðingar fyri ferðavinnuna í Føroyum, verður lagt aftrat.
Sambært Euronews er eitt átak sett i verk í royndini at steðga føroyskum grindadrápi og drápi av springarum - ella "delfinum", sum tey rópa smáhvalin.
##med2##
Í áheitanini verður eggjað ferðafólk til slett ikki at fara til Føroya yvirhøvur.
Átakið, sum er sett í verk, hevur fingið heitið "Dont Visit Faroe Islands", og her verður bønað og biðið um, at ferðafólk seta Føroyar á svartalista.
Málið við átakinum er at fáa føroyingar at gevast við grindadrápi - einaferð med alla. Meira um hetta kann lesast á www.dagbladet.no
- Vit vóna, at mong vilja taka undir við okkum, nú vit royna at eggja fólki til at umgangast Føroyar, sigur Maissa Rababy, stigtakari til mótmælistiltakið.