Norski samskiftismyndugleikin - Nkom - ávaraði herfyri alment um ein, sum tey siga, vandamiklan iPad-løðara.
- Ein skúli í Telemørkini í Noregi hevur sett seg í samand við okkum. Ein næmingur fekk elektriskan stoyt, tá hon fekst við ein slíkan løðara.
Trupulleikin er, at sjálvir pinnarnir, sum verða settir í stikkkontaktina, høvdu loyst seg frá løðaranum, og hetta elvdi til álvarsligan stoyt.
Løðarin fylgdi við einum IPadi, sum skúlin brúkar í undirvísingini. Skúlin hevur býtt út iPad’ar til 200 næmingar og hevur seinni kannað løðararnar til hesar.
Nkom vísir á, at 12 løðarar hava víst seg at hava sama feil sum hesin, ið gentan fekk elektriskan stoyt av. Pinnarnir høvdu loyst seg frá løðaranum, men hingu framvegis fastir í leidningunum.
- Vit halda, at hetta slag av løðara kann vera vandamikið, sigur norski samskiftismyndugleikin, Nkom.
Saman við Apple verður nú kannað, hví nevndi løðari hevur henda feilin, og Nkom mælir øllum, sum hava illgruna um sama feil á løðara, til at venda sær til handilin, haðani løðarin er keyptur - ella til Apple Support.
- Eg sat í køkinum, tá eg hoyrdi eitt skríggj. Dóttir mín kom leypandi, hvít í andlitinum og ræðslusligin. Eg havi ongantíð sæð hana soleiðis áður. Dóttirin vísti mær løðaran til Ipad’in, sum var brotnaður, tá hon skuldi taka hann úr stikkkontaktini, sigur pápin til 10 ára gomlu gentuna við www.nordlys.no