Ávara ímóti spiltum dressingi

Dressingur, sum er óhóskandi mannaføði, er seldur í Føroyum

Dressingur, sum er óhóskandi mannaføði, er seldur í Føroyum

 

Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávara nú ímóti nøkrum sløgum av Thousand Island dressingi sum hevur verið at fáa í Føroyum

 

Talan er um First Price Thousand Island dressing 0,5%. Tað eru plastfløskur við

Innihald 425 grammum í. Talan er um dressing, sum heldur sær til : 14. januar í 2016, 15. januar í 2016, 4. mars í 2016, 28. apríl-2016 og 29. Apríl í 2016.

EAN-nummarið er 7311041074954.

 

Talan er eisini um REMA 1000 Thousand Island dressing, 400 gramm, sum heldur sær til 15. oktober í ár 2015 og 16. oktober í 2015.

EAN nummarið 5705830004864.

 

Og somuleiðis er talan um, Thousand Island 0,5%, 425gramm, sum heldur sær til 12. februar í 2016, 13. Februar í 2016, 3. mai í 2016 og til 4. mai í 2016.

EAN: 5705830000866.

 

Orsøkin til, at dressingurin verður afturkallaður, er at tað er staðfest, at nakrar fløskur við dressingi, gera og at hann tí ikki er mannaføði

 

Heilsufrøðiliga Starvsstovan mælur fólki, sum hava keypt hendan dressingin, um at tveita hann burtur, ella at lata hann aftur í handilin, haðani hann er keyptur.