Ávara ímóti nýggjum ráki ímillum børn og ung

Tað kann ávirka svøvnin og vera beinleiðis vandamikið fyri æðrarnar í hjartanum

Børn og ung undir 18 ár, eiga ikki at drekka orkudrykkir.

Tað sigur Fólkaheilsuráðið nú í einum tilmæli til Karsten Hansen, landsstýrismann í heilsumálum.

Fólkaheilsuráðið hevur viðgjørt lutfalsliga nýggja rákið ímillum børn og ung, at tey eru farin at drekka alsamt størri nøgdir av orkudrykkjum.

 

Í orkudrykkjum er nógv koffein og onnur stimbrandi evni fyri miðnervalagið og tað kann vera vandamikið, verður tað drukkið í størri nøgdum, serliga saman við rúsdrekka, sigur Pál Weihe, sum er formaður í Fólkaheilsuraðnum og sum hevur undirskrivað tilmælið til landsstýrismannin.

 

- Børn og ung eru farin at drekka orkudrykkir sum sodavatn, og á handilshillunum standa orkudrykkir undir liðini á sodavatni  og øðrum leskidrykkjum, staðfestir Fólkaheilsuráðið.

 

- Hóast merking er á fløskunum og dósunum, er ongin kunning um munin millum orkudrykkir og aðrar drykkir.

Fólkaheilsuráðið mælir til, at orkudrykkir skulu standa fyri seg í føroyskum handlum.

Samstundis eigur tað at vera upplýst væl og virðiliga á skelti, at tað eru stimbrandi evni í hesum drykkjum og at tey kunnu vera heilsuskaðilig í stórum nøgdum, serliga saman við rúsdrekka.

 

Eisini mælir Fólkaheilsuráðið frá, at børn og ung undir 18 ár drekka orkudrykkir yvirhøvur.

- Foreldur eiga eisini at halda eyga við, um børn teirra drekka orkudrykkir, og tey eiga at kunnast um, at orkudrykkir kunnu vera heilsuskaðiligir.

Fólkaheilsuráðið metir tó ikki grundarlag er fyri at forbjóða orkudrykkjum.

 

- Foreldur eiga at halda eyga við, at børn teirra ikki drekka orkudrykkir. Grundin er bæði, at hetta kann broyta svøvnlagið hjá børnunum og at stórar nøgdir, serliga saman við alkoholi, kunnu vera beinleiðis vandamiklar fyri hjartaæðralagið, sigur Fólkaheilsuráðið.