Nú ein dagin varð ein familja í Eysturoy fyri eini skakandi hending, og nú ávarar ein mamma alment ímóti einum barnalokkara har um leiðir.
Eilin Nord Olsen skrivar, at hon hevði ikki væntað, at hetta skuldi henda teimum.
Men nú ein dagin, dóttir hennara var farin ein túr við hundinum, sum hon plagar, steðgar hon á við ein stein á gøtuni, har hon plagar at ganga.
Hetta er á Kambsdali og tá steðgar ein maður í bili henni og spyr hana um hon ikki kemur við honum, tí so skal hon sleppa í Burger King.
Men tíbetur var gentan nóg varin til at siga nei.
Tey siga, at tey hava ikki sæð mannin fyrr og getan minnist heldur ikki, hvussu bilurin sá út.
Men hon sigur, at hon ger hetta alment fyri at ávara onnur, tí annað fær hon ikki gjørt, tá ið tey ikki vita, hvør maðurin er, ella hvørjum bili, hann koyrdi í.