Ávara fólk ímóti at enda í felluni

Brúkaraumboðið í Føroyum samstarvar við brúkaraumboðini í hinum Norðurlondunum um at forða fyri at fólk verða lumpað

Brúkaraumboðið í Føroyum er nú farið í samstarv við brúkaraumboðini í hinum londunum um at basa eini keðiligari gongd, har pengar verða lumpaðir frá fólki.

Tað er eitt rák sum hevur vundið meiri og meiri upp á seg, at fólk verða lumpað at tekna hald fyri ymiskt og so verður peningur tikin av gjaldskortunum.

 

Framferðarhátturin er ofta, at fólk verða lokkað við ókeypis gávum og vinningum, svara tey einum spurnablaði ella eru við í kapping á netinum.

- Tað sær ofta út sum um, at tað eru kendir merkjavøruframleiðarar, ið standa fyri spurnablaðnum ella kappingini, tó at tað als ikki er so.

 

- Eyðkent er, at brúkarar skulu rinda eina lítla upphædd í postgjaldi fyri at fáa gávuna, royndarpakkan ella vinningin sendandi. Í tí sambandi geva tey teimum sínar gjaldkortupplýsingar. Ofta fáa tey eisini rokning saman við pakkanum.

 

Samstundis stendur tað, ofta við smáum og í ógreiðum vendingum, at brúkarar, tá ið teir siga ja takk til ókeypis gávuna, vinningin ella royndarpakkan samstundis melda seg til eitt framhaldandi gjaldhald, sum teir hvønn mánað skulu rinda pening fyri.

 

Brúkaraumboðini í Norðurlondum hava havt fund í Keypmannahavn har tey eru samd um at styrkja samstarv.

Tey norðurlendsku brúkaraumboðini fáa alsamt fleiri klagur um haldarafellur á netinum og ólógliga telefonsølu og eru samd um at samstarva fyri at basa slíkum svikið á netinum, sigur Brúkaraumboðið í Føroyum.

 

Brúkaraumboðini skjóta ímillum annað upp, at tað fer at bera til at steingja atgongdina til ólógligar heimasíður og at tað fer at verða lættari at fara í bankan at steðga óheimilaðari úttøku á kontuni.

 

Samsrtundis skal samstarvið økjast tvørtur um landamark og myndugleikarnir skululata hvørjum øðrum upplýsingar og lata myndugleikunum í øðrum londum upplýsingar í hesum sambandi.

 

- Vit eru ørkymlað um gongdina, at fleiri brúkarar detta í haldarafelluna. Tað er ein vaksandi trupulleiki í Norðurlondum og tí eitt mál, vit raðfesta frammarlaga at koma til lívs, siga norðurlendsku brúkaraumboðini í eini felags fráboðan úr Keypmannahavn.

 

- Okkum vantar í løtuni effektiv amboð at gera nakað við haldarafellurnar. Virkini, ið standa fyri hesum, eru ofta altjóða virki og marknaðarføra seg ígjøgnum sosialar miðlar og leitimaskinur. Tí hava vit avrátt at styrkja samstarvið við aðrar myndugleikar uttan fyri ES, so vit kunnu fáa neyðugar upplýsingar, leggja tey afturat.